Boðskapurin hjá HUXA er misskiltur í tiltakinum ‘’Kravgonga um Fólkaræði og Føroyskar loysnir’’
Vit hava valt at verið partur av tiltakinum ’’kravgonga um Fólkaræði og Føroyskar loysnir’’ men undir miðlingini av tiltakinum er komið fram, at vit taka undir við, at tiltakið snýr seg um, at tað skal vera Føroya Løgting og ikki Føroya Landsstýrið, sum tekur avgerð í hesum málið.
Vit vilja gera vart við, at vit eru av tí greiðu fatan, at tað er Føroya Landsstýri í samráð við Uttlandsnevndina, sum tekur avgerð í hesum máli.
Hetta er í tráð við stýriskiparnarlógina og í tráð við galdandi avtalur.
Vit í HUXA taka í egnan barm.
Vit skuldu havt verið greiðari í málinum og gjørt vart við hetta, áðrenn tiltakið bleiv lýst.
Tá tað er sagt, so hava vit fingið lítla og onga kunning, hvør tekstur og annað er og blívur sent út. Hetta er sera harmiligt, tá vit standa sum fyriskiparar av tiltakinum.
Vit áttu tí í hesum sambandi, at fingið tekstin og góðtikið hann, áðrenn hann var sendur út.
Hetta eigur og skal gerast betri og sigiligari.
Huxa fer at bera fram á kravgonguni, at tað er Føroya Landsstýri saman við Uttlandsnevndini, sum tekur avgerð í málinum.
Eisini vilja vit gera vart við, at vit ynskja, at radarin skal vera føroyskur, mannaður av føroyingum, so vit kunnu menna hetta økið, skapa arbeiðspláss og teir fyrimunir sum fylgja við radarinum, so vit kunnu styrkja búskapin enn meir og leggja eina vinnu afturat til føroyska samfelagið.
HUXA
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo