Flogbóltssambandið: Um vikuskiftið vóru fjórðingsfinalur í donsku steypakappingunum fyri kvinnur og menn í donskum flogbólti. Her vunnu ASV Elite við Bjørk Nolsøe Isaksen og Ikast KFUM við Bjarna Joensen seg í final 4 kappingina, sum verður í Aarhus 3. og 4. februar 2024.
Bjørk og ASV Elite leiktu í fjórðingsfinaluni ímóti ASV Aarhus 2 og var talan um ein sera greiðan 3-0 sigur til ASV Elite. Lutakasti til final 4 hevur verið, og her hitta Bjørk og hennara lliðfelagar Brøndby VK í teirra hálvfinalu. Næsta dystin, sum antin verður finala ella dystur um 3. og 4. plássi, bíða antin Holte IF elle Gentofte Volley.
Í donsku landskappingini hevur eisini gingið væl hjá ASV Elite og Bjørk. Liðið liggur á einum øðrum plássi - ájavt í stigum við nr. 1.
Hjá monnunum tóku Bjarni Joensen og Ikast KFUM nógv á bóli og vunnu heldur óvæntað ímóti Vestsjælland VK. Talan bleiv um ein tættan 3-2 sigur til Bjarna og Ikast KFUM. Í teirra hálvfinalu í Final 4 hitta Ikast KFUM Nordenskov UIF, og víðari á leiðini, skulu teir leika ímóti antin Odense Volleyball ella Gentofte Volley.
Í landskappingini hevur ikki gingið væl hjá sera unga Ikast KFUM liðnum. Teir liggja á næstaftasta plássinum í donsku kapppingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo