Tórshavnar kommuna: Nú verða tillagingar gjørdar við Musikkskúlan. Talan er um uppmerking og trygd uttanfyri og um nýggja ljós- og ljóðtøkni inni í Hátúni.
Útiøkið verður lýst betur upp, trygdin verður betra og uppmerkingar verða gjørdar. Ein veggur og eitt hálvtak verða gjørd við bakdyrnar og fleiri hurðar fáa elektroniska lásiskipan.
Upplivingin í Hátúni verður gjørd munandi betur við nýggjari ljós- og ljóðtøkni.
Mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava mælt til at játta eina miljón krónur til endamálið. Málið kemur fyri á býráðsfundi hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo