Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinastu árini hava millum 5-7 børn verið á stovni í Danmark. Børn, sum av einhvørjari orsøk ikki kunnu búgva saman við foreldrum sínum – og sum vit ikki hava megnað at tikið okkum av í Føroyum.

Nú frættist í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, at bert eitt barn er eftir á stovni í Danmark.

Eitt barn, sum verður sent av landinum, er sjálvandi eitt ov nógv. Tað er tó ein stórur bati at fara frá 5 børnum í Danmark í 2021 til eitt barn í 2024. Vónandi kemur viðkomandi eisini heim skjótt.

Tað er ikki ókeypis at senda børn av landinum. Landsstýrismaðurin í barnamálum hevur upplýst mær, at tað hevur kostað næstan 43 milliónir krónur seinastu fimm árini at senda okkara veikastu børn av landinum.

Nú kunnu hesir pengar brúkast til at menna barnaverndarøkið í Føroyum, heldur enn at verða sendir av landinum.

Tað merkir, at 4.195.000 kr. nú í staðin verða brúktir til at menna barnaverndarstovnarnar í Føroyum - samstundis, sum børnini í staðin kunnu vera í sínum egna landi, tosa sítt egna mál og hava samband við síni nærmastu.

Tað fegnist eg um!

Liljan Weihe
Løgtingskvinna
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo