Rannsakandi var at hoyra kringvarp Føroya 12. september, bera tey tíðindi, at almenna bretska kringvarpsstøðin BBC ofta hevur gjørt seg sekan í at bróta pressu-etiskar leiðreglur síðani Hamas-álopið á jødisku bygdirnar fór fram leygardagin 7. oktober 2023 og undir krígnum millum Hamas og Ísrael, ið enn stendur við. Hesin veruleiki er komin fram í ljósið, eftir at fleiri lógfrøðingar og onnur kanningarfólk í fleiri mánaðir - eftir Hamas-álopið 7. oktober í fjør – hava eftirkannað tíðindaflutningin hjá BBC, hvussu ofta BBC hevur borið misvísandi tíðindi um kríggið millum Hamas og Ísrael.
Okkum, sum royna fylgja við tíðindaflutninginum, serstakliga úr miðeystri, kemur hetta ikki óvart. Men at tíðindasendingarnar hjá BBC so ofta eru litaðar til frama fyri Hamas, er hetta ikki sørt skakandi upplýsingar. Tað var jú Hamas sum byrjaði kríggið, og eisini er prógvað, at leiðslan í Hamas hevur nýtt menniskju sum livandi skjøldur í krígnum. Men kortini fær Hamas vinarligari umrøðu í hesum heimskenda fjølmiðli enn Ísrael.
Neyvan stendur nógv betri til við øðrum evropeiskum fjølmiðlum. Tað kann ikki verða øðrvísi tá Hamas er tíðindakeldan. Hamasfelagsskapurin er júst ikki kendur fyri at vera nøkur sannleikskelda.
Sambært nevndu lógfrøðingakanning, so hevur Hamas verið nevnt 12.459 ferðir í BBC-kringvarpinum í einum ávísum tíðarskeiði, men bert 409 ferðir verður Hamas nevnt sum ein yvirgangsfelagsskapur. Slíkur tíðindaflutningur blindar eyguni á fólki, sum trúgva hesum skerdu sannleikum. Hamas er av heimsins demokratisku londum skýrdur vera yvirgangsfelagsskapur.
Og enn – 11 mánaðir eftir at Hamas drap og rændi hundraðtals jødar og førdi teir til Gaza – sita umleið hundrað av hesum gíslum enn innibyrgdir har. Hendan menniskjaræning er farin fram á alljósum degi fyri eygunum á øllum heiminum. Fyri nøkrum døgum síðani vóru seks av hesum verjuleysu gíslum miskunnarleyst skotnir til deyðis av Hamas.
Ein av fyrstu døgunum í oktober verður – enn einaferð – skipað fyri almennum tiltaki fyri at minna okkara landsstýrisfólk, løgtingsfólk og allar føroyingar á gíslarnar og sera ringu umstøður teirra í fangaskapi Hamas. Í samband við nevnda almenna tiltak fer at verða biðið fyri gíslunum og øllum teim líðandi í Ísrael og Gaza.
Svenning av Lofti
heiðurskonsul Ísraels í Føroyum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo