Fyri løtu síðani stevndi ein rúgva av bátum inn á Vestmanna, nú bátastevna verður hildin í bygdini á tjúgunda ári.
Seinastu tvey árini hevur bátastevnan ikki verið hildin sum vanligt vegna korona, men nú er so sett fult bluss á aftur, og sum skilst eru fleiri bátar enn nakrantíð við á stevnuni.
Bátastevnan er alt vikuskiftið. Í dag er høvuðsdagurin, men bæði í gjár og í morgin eru eisini nógv tiltøk á skránni.
Veðrið er av tí allar besta í Vestmanna í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo