Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk barnabók hevur vunnið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Og hetta er aðru ferð, at føroyskur skaldskapur hevur vunnið eina bókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Tað er ongin ivi um, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyskar barnabókmentir.

- Bárður hevur ferð eftir ferð prógvað, at bøkur hansara hava eina heilt serliga dygd. Hann hevur flutt mørk í føroyskum bókmentum og fangar bæði børn og vaksin við síni serligu samanseting av dýpd og einfeldni. Vit eru errin og fegnast saman við høvundinum, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags í tíðindaskrivi í kvøld.

Træið er týdd til danskt, slovenskt og fleiri týðingar eru ávegis. Træið hevur fingið White Raven-heiðurslønina, sum er ein altjóða heiður fyri barna- og ungdómsbókmentir. Eisini fekk hon Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo