BankNordik rættar ella uppjusterar, sum tað eitur á fakmáli, nú úrslitið fyri alt 2019.
Í eini fráboðan, sum er dagfest í gjárkvøldið, sigur bankin, at gongdin hevur verið heldur betri enn áður útmeldað, og úrslitið fyri alt árið fer væntandi heldur at liggja ímillum 170 til 210 milliónir krónur og ikki 150 til 200 milliónir krónur sum higartil útmeldað.
Betri úrslit av tryggingarvirkseminum og størri inntøkur av ómaksgjøldum eru ímillum orsøkirnar til, at tað hevur gingið betri enn væntað, sigur bankin.
BankNordik kemur við frágreiðing fyri triðja ársfjórðing 29. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo