Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst eisini aftur í roknskaparúrslitinum hjá BankNordik samtakinum.
- Inntøkurnar eru hækkaðar, og vit kunnu staðfesta, at øll okkara virðisøki standa seg væl, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í bankanum.
Rentuinntøkurnar eru framvegis ein avbjóðing og tað kemst av lága rentustøðinum, sigur bankin. Men hóvligi útlánsvøksturin vigar upp ímóti. Sostatt eru inntøkurnar frá føroyska virkseminum hækkaðar við 4% hetta tíðarskeiðið.
Bankin hevur afturført niðurskrivingar fyri 51 mió kr higartil í ár.
BankNordik hevur áður broytt sínar samlaðu metingar fyri ári og nú endurtekur bankin, at nettoúrslitið fyri alt árið fer at liggja ímillum 240 og 280 mió kr í mun til 190 og 240 mió sum upprunaliga mett.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo