Partafelagið Bygma Balslevs Timburhandil og Byggibúð hevði 21,3 mió kr í yvirskoti eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 24,3 mió kr í 2022. Orsøkin til minkingina skal finnast í bruttovinninginum, sum eisini minkaði við trimum milliónum krónum.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon væntar lægri úrslit í 2024.
Føroyska felagið er dóttirfelag hjá danska Bygma Gruppen, sum tók 10 mió kr í vinningsbýti úr felagnum.
Fíggjarstøðan javnvigaði við smáum 195 mió kr og eginpeningurin var 117 mió kr við árslok í fjør.
Sjúrður Johan Olsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo