Føroyski alirisin Bakkafrost er blivin miðdepil í einum máli um brot á lógina um djóravælferð. Brotið skal revsast við bót, sum kann vera heilar 67 milliónir krónur stór, sigur Dagur&Vika.
Tað er ikki greitt, júst hvat er hent, og sum skilst er Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dialogi við fútan, sum eisini hevur hildið, at løgmansskrivstovan skal kunnast um málið. Eisini vinnumálaráðið er inni í málinum.
Sambært Kvf hava myndugleikarnir togtogast um málið í fleiri mánaðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo