Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tann ringasta er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

P/F Bakkafrost kunnger í dag, at fyritøkan hevur undirskrivað ein bindandi sáttmála um keyp av 68,6% av The Scottish Salmon Company Plc frá Northern Link Ltd.

SSC er næststørsta alifelagið í Skotlandi við eini árligari tøku á umleið 30.000 tons av laksi. Felagið er skrásett á børsinum í Oslo.

Ætlanin hjá Bakkafrost er at bjóða hinum partaeigarunum sama tilboð.

Keypsprísurin fyri hvørt partabræv er áljóðandi NOK 28,25. Samlaða virðið á SSC er 4.351,9 mió.

Keypið verður fíggjað við nýggjum partabrøvum og reiðum peningi.

The Scottish Salmon Company er eitt leiðandi alifelag við høvuðssæti í Edinburgh, Skotland. Aliøkini eru á vesturstrondini á Skotlandi og Hebridunum.

SSC er kent fyri sína høgu góðsku og sínar merkivørur.

Um handilin sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, at tey á Bakkafrost eru sera spent at samstarva við SSC.

- Hetta er eitt spennandi strategiskt keyp, bæði fyri Bakkafrost og SSC, har vit fara at leggja dentin á at taka tað besta úr báðum feløgunum og sameina hesi, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo