FSF: Mikukvøldið var kastað lut um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.
Tað var Hanna Olsen, nevndarlimur í Víkingi, ið var gestur í sjónvarpsstovuni, sum hesaferð var í Sarpugerði, ið fekk heiðurin at trekkja.
Liðini, ið eru eftir í steypakappingini, eru NSÍ, Víkingur, B36 og HB, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at í fyrru hálvfinalunum, sum verða spældar týsdagin 27. august, møtast B36 og Víkingur, og HB og NSÍ.
Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 25. august, og tá spæla Víkingur og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og NSÍ og HB við Løkin í Runavík.
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo