Árni Ellefsen hevur í dag boðað nevndini í BankNordik frá, at hann leggur frá sær sum forstjóri í samtakinum. Hann heldur tó fram í starvinum, til nýggjur forstjóri er settur.
Síðani á heysti 2015 hevur Árni Ellefsen røkt starvið sum forstjóri í BankNordik-samtakinum. Nú heldur hann tíðina vera búna til at leggja frá sær og royna nýggjar leiðir.
“Vit í nevndini í BankNordik eru sera hørm um, at Árni hevur valt at siga seg úr starvi. Árni hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri samtakið, og tað er ein sera stórur missur, at hann nú velur at fara. Vit virða tó hansara avgerð og fara nú undir eina tilgongd at seta nýggjan forstjóra. Vónandi verður ein loysn funnin í næstum,” sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik.
Til nýggjur forstjóri er settur, heldur fráfarandi forstjórin fram í samtakinum. Sostatt ber til at tryggja, at týðandi vitan ikki fer fyri skeytið, soleiðis at BankNordik kann rekast víðari á hollum grundarlagi.
“Eg havi havt nógv góð og hendingarík ár í BankNordik, síðan eg tók við sum forstjóri. Gjøgnum árini havi eg saman við leiðslu og starvsfólkum verið við til at røkka góðum úrslitum, og eg havi eisini tikið truplar avgerðir fyri at brynja samtakið til framtíðina. Nú er tíðin komin at royna okkurt nýtt, og tað gleði eg meg til, sjálvt um tað eisini er sorgblítt at fara. BankNordik er eitt sunt samtak við sera dugnaligum starvsfólkum og einum góðum og sunnum kundaskara. Samtakið hevur tí góðar fortreytir fyri framhaldandi at mennast og skapa góð úrslit,” sigur Árni Ellefsen.
Árni Ellefsen er 56 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður grannskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni í 11 ár og forstjóri í sløk 7 ár. Áðrenn hann tók við starvinum sum forstjóri í BankNordik, starvaðist hann m.a. sum grannskoðari og fíggjarstjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo