KFUK: Árligi basarurin í KFUK í Havn er fastur táttur hesa tíðina á hvørjum ári, og í dag leygardagin 18. november kl. 15 er basarurin aftur á skránni.
Sum vanligt eru nógvir góðir vinningar, so sum kjøt, ymiskur døgurðamatur, troyggjur, súkklur og mangt annað. Eisini verða tombola og loppumarknaður, og í Caféini kann man keypa kaffi við lagkøku og vafflum, og eisini er okkurt leskiligt til børnini.
Tá basarurin endar verða vinnararnir í stóru lutaseðlasøluni funnir. Basarurin og lutaseðlasølan eru týðandi táttur fyri tað fíggjarliga grundarlagið hjá felagsskapinum KFUK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo