Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góða kirkjulið á Argjum, góða kirkja og góða missiónshús á Høvdakúlu, góða Argja bygd!

Hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum og Harrans signing nú og í komandi tíðum!

4. sunnudag í advent 22. desembur 1974 vígdi Ejvind Vilhelm, varabispur, Argja kirkju- og missiónshús á Argjum, júst sama dag sum í dag, nú vit eru í 2024.

Argjamaðurin, Richard  á Geil, (Mortensen/ Mortansson, sama eftirnavn sum ættfaðirin, Andras Mortansson, sum keypti Argir og gjørdist fyrsti niðursetumaður fyri skjótt 200 árum síðani) átti Høvdakúluna, sum heyggjurin / høvdin verður nevnd.

Richard gav kirkjuni lendið / grundstykkið, og argjafólk tóku væl undir við at savna pening, millum annað við basarum, og fleiri tóku eisini síni tøk við sjálvbodnum handaligum arbeiði, soleiðis at kirkjan kundi takast í nýtslu 22/12- 1974.

Á Argjum hevði brøðrasamkoman  smíðað sær samkomuhús í 1935 í túninum her beint oman fyri Róðrarneystið. Argja skúli varð tikin í nýtslu í 1952, og tá bar til at hava sunnudagsskúla, møti og onkra gudstænastu í skúlanum.

Vit vóru ikki so fá argjabørn, sum fyrst fóru í sunnudagsskúla í Hebron kl. 13 (Sigird av Reyni, onkuntíð eisini Ingálvur) og so heim í skúlan kl. 14 (Gamli lærari, Maja, Richard, Sanna, Henning o. fl.). Ja, vit børn vóru tvørkirkjulig.

Jólaveitslurnar í skúlanum vóru sera góðar og stuttligar. Góður matur, hugnaligt at dansa um jólatræið, har vit umframt jólasálmarnar eisini høvdu ymisk sangspøl / dansispøl (Så går vi rundt um den enebærbusk o.s.fr.) Teir tiltiknu jólamenninir (jólakonurnar), sum komu við jólapakkum, mugu avgjørt ikki gloymast. Eru tær nevndar, so eru tær kendar.

Annars var Havnar kirkja kirkjan hjá argjafólki. Ikki var altíð so høgligt at koma av Argjum heim til Havnar í gamlari tíð. Lættari var tó at sleppa heim og út um Sandá, tá Andras Mortansson laðaði og smíðaði brúgv um ánna í 1835.Tann brúgvin er til enn (niðan fyri Spinnaríið / Eikina). Má nevna, at argjamenninir vóru tiltiknir smiðir: jarn-, træ-, silvur-, bátasmiðir og framúr grótlaðarar / grótmenn. Kvinnuhendurnar vóru eisini tiltiknar.

Serstakur nýggjárssiður á Argjum: Ein vakur kristiligur siður var á Argjum í gomlum døgum. Hvønn nýggjársdag kl. 7 á morgni bjóðaði Nils, gamli smiður, sonur Andrasar og Elspu, hann, sum fekk sær eftirnavnið Arge, øllum argjafólkum, eisini teimum úti á Argjaboða, heim til sín til bøn og lestur. Gestirnir vórðu verandi har fyri dagin og ótu morgunmat, døgurða og nátturða. Inn ímillum varð spælt kort. Eftir nátturða varð farið upp á gólv, og dansurin gekk til midnátt. Nils var føddur í 1823, og hann helt á við hesum siði heilt at ellisárum! Hugsið tykkum, kl. 7 nýggjársmorgun!!

Húsini hjá Nilsi eru til enn. Tað er Andrasarstova, undirhúsið, sum stendur beint oman fyri Støðna. Nils smíðaði húsini í 1853, so nýggjárssiðurin man hava verið frá miðskeiðis í fimmtiárunum fram móti aldarskiftinum.

Jákup Andrias Arge, eisini nevndur Jampan, elsti sonur Nils og Mariu, hevur greitt frá um serstaka nýggjárssiðin hjá pápanum. Jákup Andrias smíðaði sær hús upp í húsini hjá Nilsi í 1877. Tey standa har enn.

Tey bláu húsini í Støðni. Undirritaði er annars føddur í teimum húsunum.

Jákup Andrias flutti seinni heim til Havnar, í Rættará, har hann laðaði sær gróthús, sum standa har enn. Hann var ein av grótmonnunum, sum skipaði fyri at gera gróttrappuna til Christiansborg í Keypmannahavn.

Nils var annars eisini ein av undangongumonnunum innan fráhaldsrørsluna.

Jarðarferð við báti: Tá ið Elspa, kona Andrasar, doyði í 1861, varð farið oman í Støðna við kistuni, og við báti varð hon førd heim í Lítluvík og borin niðan í kirkjugarðin á Svínaryggi. Har varð hon grivin stutt innan fyri portrið vestarumegin. Tá Nils doyði í 1900, varð hann fluttur við tíggjumannafari somu leið sum mamman.

Kirkjur á Argjum: Núverandi Argja kirkja fyllir 50 ár í dag, men kirkja ella eitt kirkjukamar hevur verið í spitalskusjúkrahusinum á Argjum fyri fleiri hundrað árum síðani.

Í 1692 vóru hesir lutir í Argja kirkju: eitt altar, kalikur og diskur úr silvuri, ein messuskjúrta úr lørifti, ein lestrabók og ein Kingo-sálmabók við Gamla testamenti aftast.

Í 1723 vóru eisini tveir ljósastakar úr messingi í kirkjuni. Hesir báðir stakar eru gjørdir í Keypmannahavn í 1580. Av Argjum fóru stakarnir heim á gamla hospital í Lágabø. Seinni hava teir staðið í kapellinum á Landssjúkrahúsinum. Kalikurin og diskurin vórðu seldir til Nólsoyar í 1804. Teir eru enn í Nólsoyar kirkju.

Lykilin til Argja hospital hevur verið í varðveitslu hjá Arge-fólkunum á Argjum, og er nú á Tjóðsavninum.

Í 1758 vóru eisini hesir lutir í kirkjuni: altar og prædikastólur, 2 stólar til sjúklingarnar at sita á, haraftrat ein messuskjúrta og ein gamal stoppaður altardúkur úr lørifti, bæði í hampiligum standi. Eitt vindeyga er eisini í kirkjuni. Garður vantar kring kirkjugarðin, sum er oman fyri kirkjuna / hospitalið. Staðið er beint sunnan fyri / oman fyri minnisvarðan.

Støddin á kirkjuni er í 1758: 3x7 alin, tað eru umleið 8,3 fermetrar.

Í 1710 skrivar C. Fers, prestur, at hann má taka argjalimir til altars bæði dag og nátt, og at hann hevur latið bæði vín og breyð uttan at hava fingið nakað aftur fyri sín ómak. Hann sigur eisini hetta um umstøðurnar á Argjum: “Der var en slem stank og lugt, som jeg jævnlig må drikke i mig”.

Ovnurin av Kjalnesi: Av Kjalnesi í Kollafirði (Elspa var ættað haðani) hevur undirritaði fingið ein bíleggjaraovn, sum sigst hava staðið í spitalskuhospitalinum á Argjum. Árstalið á honum er 1727. Heitt er á handverkara á Argjum (Alla) um at umvæla ovnin. Hann kundi kanska staðið í Andrasarstovu niðri í støðni.

Bíblian hjá Andrasi niðursetumanni hevur verið varðveitt hjá Mortensen-fólkunum á Skølti og er nú í Argja kirkju.

Trúarstríð: Anna, dóttir Andrasar og Elspu var gift við Pól í Geil í Havn. Yngri sonur teirra, Dia, var fyrsti føroyingurin, sum varð doyptur innan Brøðrasamkomuna. Systir hansara, Elspa, giftist við William Sloan, trúboðara. Í fyrstuni stóðst eitt sindur av roki av hesum, men sum frá leið, slætnaðu sjógvarnir, og foreldrini, Anna og Pól í Geil fóru eisini til evangeliskar fundir í Sloans sali.

á Geil / í Geil: Á Argjum er staðarnavnið “á Geil”, í Havn “í Geil”. Argjafólk búleikaðust í báðum støðum.
Framsýning: Í 2009 skipaðu Bogi á Argjaboða, Hervør á Skølti og undirritaði fyri eini argjamyndaframsýning her í Róðrarneystinum. Kirkjulutirnir úr Argjahospitali vóru tá aftur á Argjum fyri fyrstu ferð í eini 200 ár.

Bergur prestur lænti kalik og disk frá Nólsoyar kirkju, og Sverri, Sandagerðisprestur, lænti okkum stakarnar frá Landssjúkrahúsinum. Lykilin til Argjahospital og bíblian hjá Andrasi Mortansson vóru eisini við á framsýningini.

Búð í Argja kirkju: Undirritaði, kona mín og elstu børn okkara hava búð uppi á kirkjuloftinum í Argja kirkju- og missiónshúsi á Høvdakúluni. Har vóru tvær íbúðir, og vit búðu í aðrari. Í hinari íbúðini hildu dugnaligu skótarnir á Argjum til, tá skótafundur var. Sum vera man var rættiliga lívligt á loftinum, tá skótarnir høvdu sítt virksemi har. Bergur prestur, sum var skóti tá, hevur mong ár seinni spurt meg, um tað ikki var ein øgiligur gangur av skótunum. Tað var tað kanska, men ikki mundi bila.

Eina náttina fór kirkjuklokkan knappliga at kima. Kirkjutornið á Argjum stendur leyst frá kirkjuni, og í sjeytiárunum bar til at klintra upp í tornið og fáa klokkuna at ljóma. Einki ófrættakent var kortini á vási. Talan mundi vera um vikuskiftiskátan ungdóm, sum gjørdi vart við seg.

Hetta var  seinast í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Vit búðu har í eini 3-4 ár, so vit munnu eiga fleiri spor har í húsinum enn fólk flest. Tvinni onnur hjún hava eisini búð uppi á kirkjuloftinum.

Tað vóru Maja á Geil, systir Richards, og maður hennara, Valbjørn Dalsgarð, sum bóðu meg og konuna fara at spyrja Richard kirkjuráðsformann, um vit kundu sleppa at leiga aðra íbúðina á kirkjuloftinum. Jú, tað sluppu vit, og var hetta ein sera góð tíð í einum serstøkum umhvørvi.

Hentur bygningur: Sigast má, at bygningurin á Høvdakúlu hevur verið sera hentur og hevur bæði verið kirkja, missiónshús, sunnudagsskúli, skótahús, íbúðahús og hevur fundarhøli til t.d. Sjómanskvinnuringin.

Mortan Dalsgarð, sonur Maju og Valbjørn, hevur teknað húsið. Mær er sagt, at hetta tríbýtta húsið við trimum ymsum salum hevur tabernaklið hjá ísraelsfólki sum fyrimynd (forgarður, tað heilaga og tað allarheilagsta).

Havi hoyrt okkurt um støddarlutfallið eisini, men onkur annar veit kanska meira um tað at siga.

Framtíðin: Á hesum 50 ára merkisdegi kirkjunnar mugu vit eisini líta frameftir. Um hálvt fjórða ár, 9. mei 2028, eru 200 ár liðin, síðani Andras keypti Argir. Ætlanin er, at stásiligt sjósavn skal standa liðugt heimi á Billutrøð tað árið.

Sjálvur havi eg bygt skýborgir viðvíkjandi endurreisn av Argjahospitali við kirkjukamari; neyvar tekningar eru tøkar. Kanska í 2028!?

Og at enda: Komandi nýggja Argja kirkja (grótkirkja!?) stendur kanska eisini liðug, tá Argir fylla 200 í 2028!?

Kanska eru ljósastakarnir heimi í Havn og kalikurin, diskurin úti í Nólsoy aftur á Argjum tá!?

Góða heimbygd, góða Argja kirkjulið! Blíðan byr og Guds ríku signing!

Takk fyri!

Keldur: “Argjamenn” hjá Niels Juel Arge og “Argir” hjá Hans Jacob Sigvardsen (1978).

Eyðun á Borg

E.S.: Nú Landssjúkrahúsið fyllir 100 ár í 2024, kann kanska viðmerkjast, at Gamla hospital heimi í Lágabø varð næstan alt goldið við pengunum, sum Andras keypti Argir fyri.
Frelsunnarherurin í Føroyum fyllir eisini 100 ár í 2024.
Ynskt verður sjúkrahúsi og heri hjartaliga til lukku og blíðan byr!
Navnið “Argir” (gæliskt / keltiskt, sæter á norskum) bendir á, at fólk hava búleikast á Argjum heilt afturi í víkingatíð.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo