Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan:  Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í februar var arbeiðsloysið lutfalsliga lægst í Norðoyggjum við 0,5 prosentum. Í Suðuroynni var arbeiðsloysið 2,4 prosent, sum er 0,9 prosentstig hægri enn sama mánað í fjør.

Arbeiðsloysið lægst millum tey 55 til 66 ára gomlu
Av teimum 55-66 ára gomlu vóru 0,8 prosent arbeiðsleys. Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,5 prosentum.   

8,6 prosent eru langtíðararbeiðsleys
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í januar vóru 35 persónar ella 8,6 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Í februar var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys í 30 til 89 dagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo