Hagstovan: Av teimum gott 38.900 í aldrinum frá 15 til 74 eru góð 32.600 í arbeiðsfjøldini. Arbeiðsfjøldin er eitt vet minni enn í 2022, samstundis sum talið av vinnuliga óvirknum er hækkað.
Í arbeiðsfjøldini eru stívliga 32.200 arbeiðsvirkin og 400 arbeiðsleys fólk. Tey arbeiðsvirknu eru løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi. Tey arbeiðsleysu eru tey, sum einki arbeiði hava, søkja arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Í altjóðu sambærligu arbeiðsfjøldarkanningini verða tey arbeiðsleysu tald við, sum lúka krøvini eftir hesari allýsingini av arbeiðsloysi, eisini tey sum ikki eru í ALS ella fáa forsorg vegna arbeiðsloysi.
Samanborið við 2022 er arbeiðsfjøldin minkað við gott og væl 200 fólkum. Tað sæst serliga aftur í tali av arbeiðsleysum, meðan talið á arbeiðsvirknum er næstan óbroytt. Talið av vinnuliga óvirknum er 6.250, sum er ein vøkstur á 400 fólk í mun til 2022. Í 2023 vóru knapt 17.600 menn og 15.000 kvinnurí arbeiðsfjøldini.
Tey seinastu fimm árini er arbeiðsfjøldin í aldrunum frá 15 til 74 vaksin við næstan 4 prosentum. Hetta er lægri enn vøksturin í fólkatalinum, sum í sama tíðarskeiði er 7 prosent.
Vinnutíttleikin minkaður tvørtur um kyn og øki
Minkingin í vinnutíttleikanum er at síggja bæði hjá kvinnum og monnum. Vinnutíttleikin, sum er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er 83,9 prosent tilsamans. Hjá monnum er talið á 85,6 prosent og hjá kvinnum eitt sindur lægri á 82,1 prosent. Hjá báðum er vinnutíttleikin minkaður 1 prosentstig samanborið við sama tíðarskeið í 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo