Tað er ikki bara danski krúnprinsurin sum fyllir í dag, tað ger kendi danski journalisturin og sjónvarpsmaðurin Anders Lund Madsen eisini. Hann fyllir 60 ár.
Anders Lund Madsen, sum var sæddur umborð á Føroyaflogfarinum hósdagin, hevur mangan verið í Føroyum, her hann hevur ein serligan alsk fyri Fugloynni. Eisini hevur hann gjørt fleiri sjónvarpssendingar hagani.
Við lokalavisen.dk sigur hann í viðtali í samband við dagin, at hann sum hann eldist er farin at fáa størri áhuga fyri deyðanum.
- Eg havi gjørt nógv um deyðan, og tað er fyri at fyrireika meg uppá tað sum bíðar, sigur hann millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo