Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

TAKS: Í feskari skattakanning hjá OECD standa Føroyar seg væl og eru vorðnar fullgóðkendur partur av altjóða samstarvi um útveksling av skattaupplýsingum. 168 lond eru við í samstarvinum.

Útveksling av skattaupplýsingum er tað, at lond lata hvør øðrum skattaupplýsingar eftir ávísum reglum. Útlendskir skattamyndugleikar kunnu eitt nú fáa kontuavrit av kontum, sum borgarar teirra hava í Føroyum. Háttlíka kann TAKS fáa kontuavrit av kontum, sum borgarar her hava aðrastaðni.

Skipanin gevur eina effektivari skattaumsiting.

Útveksling av skattaupplýsingum krevur hóskandi lóggávu og umsiting
Tað eru millum annað hesi viðurskifti, sum OECD nú hevur kannað í Føroyum.

Hugt var eitt nú eftir, um lóggáva og umsiting okkara tryggja, at neyðugar upplýsingar eru tøkar, um TAKS hevur nøktandi heimild at heinta tær og kann útveksla tær skjótt og trygt.

Tíggju slík grundleggjandi viðurskifti vórðu kannað, og Føroyar luku øll til lítar.

Álitið er skapt í felagsskapi millum TAKS, Skráseting Føroya, Fíggjarmálaráðið og danska fíggjareftirlitið
Arbeiðið við at alheimsgera útveksling av skattaupplýsingum byrjaði eftir altjóða bankakreppuna í 2008. OECD hevur staðið fyri arbeiðinum. Føroyar komu spakuliga við í 2011, og síðan tá hava TAKS, Skráseting Føroya, Fíggjarmálaráðið og danska fíggjareftirlitið arbeitt fyri at skapa tær fortreytir, sum skulu til fyri at fáa Føroyum fulla góðkenning í samstarvinum.

Tað hevur nú eydnast.

Leinki

Frágreiðing hjá OECD um kanningina:
https://read.oecd-ilibrary.org/taxation/global-forum-on-transparency-and-exchange-of-information-for-tax-purposes-faroe-islands-2023-second-round_306bc415-en#page1

Heimasíða hjá OECD um útveksling av skattaupplýsingum:
https://www.oecd.org/tax/transparency

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo