Eitt felag skrásett í Singapore, men sum russar eiga, átti frammanundan fyritøkuna Sportmaster, sum hevur 75 handlar í Danmark og eisini í Føroyum. Men nú eigur børsskrásetta bretska fyritøkan Frasers Group Sportmaster.
Og handilin er ein beinleiðis avleiðing av russisku innrásini í Ukraina, skrivar Jyllandsposturin.
Sportmaster Danmark varð í 2019 seld felagnum í Singapore, sum russar eiga. Sportmaster Group er annars upprunaliga eitt russiskt felag, stovnað í 1992 við nógvum handlum í fleiri ymiskum londum.
Danska greinin av felagnum hevur verið í andróðri hjá brúkarunum síðani russisku innrásina, og tí varð nú gjørt av at selja. Handlarnir halda kortini fram sum áður, upplýsir Andreas Holm, stjóri í Sportmaster Danmark fyri Jyllandspostinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo