Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at leggja allar undirsjóvartunlar og tey “stóru” strandferðsluskip í eina gjaldskipan, hevði tað frøtt meg, um landsstýrismaðurin vildi svarað fylgjandi spurningum:

• Hvat grundar landsstýrismaðurin ætlan sína á, tá hann ætlar at víðka um samferðslu ójavnan, sum longu er, við at velja eina sjóleið burturúr, at leggja í eina “felags gjaldskipan”, og annars at síggja burtur frá øllum hinum. Hví skulu, t.d. nólsoyingar, kalsoyingar og hestfólk ikki hava somu sømdir, sum landsstýrismaðurin ætlar at t.d. suðuroyingar, sandoyingar og vágafólk skulu hava?

Í samrøður við KVF sigur landsstýrismaðurin: “tá Sandoyartunnilin er liðugur, er bert eitt stórt strandferðsluskip eftir (Smyril).

• Hví heldur landsstýrismaðurin, at munur skal verða á undirsjóvartunlum, brúm, byrgingum og øðrum tunlum, sum øll hava sama endamál, nevniliga at betra um gamlar, ótíðarhóskandi farleiðir, á sjógvi ella um fjøll?

Er tað t.d. ikki ein  sannroynd, at valið júst fall á ein tunnil undir Vestmannasund, heldur enn á eina brúgv tvørtur um sundið, tí at tunnilin varð tann bíligara loysnin? Er so samsvar í, at vit skulu rinda eykagjald fyri at koyra í undirsjóvartunlum, men ikki eftir brúm? Fingu fólk og virkir í Vágum møguleika at velja í millum tunnil, brúgv ella byrging, sum nú skal vísa seg at gera stóran búskaparligan mun fyri økið vestanfyri tunnilin?

• Væntar landsstýrismaðurin, at prísurin fyri at koyra ígjøgnum verandi tunlar verður tann sami sum nú, tá ætlaða “felags gjaldskipanin” verður sett í verk? Ella skulu vit vænta, at tað aftur verður dýrari at koyra gjøgnum verandi undirsjóvartunlar?

Gjaldið fyri at koyra undir Vestmannasund lækkaði 78% tey 15 árini lánitíðin varð mett at verða, fyri hald í persónbil og ávikavist 88% og 82%, fyri treylarar og lastbilar. (Kelda tunnil.fo)

• Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin ikki heldur arbeiðir við ein loysn, ið javnsetur borgarar, óansæð hvar í landinum teir búgva og ferðast, við t.d. brennievnisgjaldi og/ella vegskatti, ella aðrari samhaldsfastari skipan?

• Hví ætlar landsstýrismaðurin at gera mun á grannum úr Kvívík, um annar arbeiðir í Kollafirði og hin í Vágum? Ella leirvíkinginum, um annar arbeiðir í Klaksvík og hin í Gøtu?

• Meinar landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at útvaldir samferðslubrúkarar, úr útvaldum økjum, framyvir, við bummgjaldi og skatti, skulu rinda bróðurpartin av framtíðar samferðsluútbyggingum, og at aðrir borgarar, ið ikki eru fangaðir í hesi bummskattaæltlan landsstýrismansins, samstundis skulu sleppa munandi lættari?

Við ætlaða, óendaliga bummgjaldinum, fara brúkarar av undirsjóvartunlunum at rinda alla íløguna og raksturin av undirsjóvartunlunum einsamallir, men samstundis, á jøvnum føti við tey, ið sjáldan ella ongantíð brúka hesar tunlar, at rinda  fyri restina av samferðslukervinum annars.

• Er ætlan landsstýrismansins, at krevja eyka samferðslugjald fyri at ferðast í ávísum úrvaldum økjum í landinum, samsvarandi samhaldsføstu hugsjónum javnaðarfloksins og samgongunar annars?

Heðin Jørgensen, Søvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo