Í sambandi við kríggið í Ukraina er Russland farið undir eina størri herferð at útvega sær hermenn til kríggið, skrivar danska TV 2.
Men ætlanin er ein avbjóðing at fáa fólk.
Tað skrivar miðilin The Moscow Times, sum vísir til støðuna í býnum Krasnojarsk í Sibir.
Her eru tað mest alkoholikarar, heimleysir og aðrir socialt illa staddir persónar sum skulu sendast at kríggjast í Ukraina.
Tað sigur Vjatjeslav Djukov, sum er limur í lokala býráðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo