Løgmansskrivstovan: Fyrr í ár setti løgmaður, eftir tilmæli frá føroysku limunum í dómaratilnevningarnevndini, eina óhefta nevnd at endurskoða setanarviðurskifti hjá aðalstjórum. Uppgávan hjá nevndini var at vísa á styrkir og veikleikar í verandi skipan og orða eitt tilmæli um, hvørjar broytingar møguliga kunnu gerast.
Nevndin er komin á mál, og tilmælið er latið løgmanni at taka støðu til.
Frá fastari setan til áramál
Í álitinum mælir nevndin til, at hildið verður fast í tænastumannasetan av aðalstjórum innan fyri verandi lógarkarmar og setanartreytir. Tó mælir nevndin til ta grundleggjandi broyting, at allar nýsetanir av aðalstjórum verða áramálssettar setanir og ikki fastar setanir.
Til ber at lesa álitið her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo