Aldumátararnir kring Føroyar, sum Landsverk varðar av, virka ikki altíð sum teir skulu. Onkuntíð tí, teir eru ásigldir, aðrar tíðir hava teir slitið.
Útróðramenn hava áður víst á trupulleikan, men tað hevur ofta gingið rúm tíð áðrenn nakað munagott er hent.
Kanska ein partur av trupulleikanum er, at ímeðan Landsverk umsitur aldumátararnar, og skal syrgja fyri, at teir virka og upplýsingarnir verða miðlaðir til brúkaran, so er tað Vørn sum skal syrgja fyri, at teir liggja har sum teir skulu.
VP hevur spurt hjá Landsverki og Vørn nær hugsast kann, at aldumátarin norðanfyri, sum ikki hevur verið at sæð á síðuni hjá landsverki síðani einaferð tíðliga í vár, verður lagdur út aftur.
Teknikarin hjá Landsverki upplýsti fyri VP, at hann hevði mátaran til umvælingar, og at hann var so gott sum liðugur, og so var bert ein spurningur um tíð, til Vørn legði hann út aftur. Nær hetta bleiv gjørt, dugdi viðkomandi tó ikki at seta dag á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo