![Akraberg 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/a/csm_Akraberg_01_4f17088343.jpg)
Akraberg í Kirkenes í dag. Mynd: VP
![Akraberg 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/a/csm_Akraberg_01_4f17088343.jpg)
Akraberg í Kirkenes í dag. Mynd: VP
Akraberg liggur í Kirkenes í løtuni, har stýringin av trolspølunum skal umvælast.
Mett verður at umvælingin fer at taka ein til tveir dagar, og fer Akraberg so aftur í russiskan sjógv at royna.
Akraberg fór úr Føroyum 24. august og hevur um 200 tons inni, so fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo