Sambært familjuni, sum eigur gamla postbátin Ólav, so er ætlanin at ein grunnur skal standa fyri arbeiðinum at seta søguliga postbátin í upprunastand.
Sámal Jákup Olsen, sigur við VP, at Ólavur er ikki seldur enn, sum onkur miðil hevur skrivað, men at familjan og onnur eru við í eini ætlan, um at seta ein grunn á stovn.
Sambært grein, sum stóð á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum, og eisini endurgivinin á millum øðrum IN.fo, so er postbáturin longu seldur, men sambært eigarunum er tað ikki satt.
Greinin á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum sæst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo