Summar Festivalurin: Rockbólkurin Adrenaline hevur í dag útgivið útgávuna "Sig mær okkurt skeivt" á talgildum pallum. Sjey sangir eru á útgávuni. Tríggir eldri og væl kendir sangir eru á útgávuni, meðan fýra sangir eru nýggir.
Staklagið "DNA" kom út fyri tveimum vikum síðani, og harafturat eru nýggju sangirnir "Livandi", "Sum eitt spæl" og "Dansa" við á útgávuni.
Adrenaline spælir melodisøan rocktónleik við føroyskum tekstum. Teir hava havt framførslur ymsastaðni kring landið seinnu árini, og í næstu viku spæla teir fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum.
Nýggja útgávan hjá Adrenaline kann hoyrast á Spotify:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo