Seinastu tíðina er sjøtul settur á fleiri stórar bústaðarverkætlanir í høvuðsstaðnum. Á Fløtum verða bygdar 120 eigaraíbúðir. Undir Kongavarða fara teir at gera 94 leiguíbúðir. Við Villingardalsvegin grava teir nú av til 35 privat grundøki. Og fleiri íbúðir eru eisini í gerð við Karlamagnusarbreyt aftrat teimum, har fólk longu eru flutt inn.
Tað hevur í longri tíð verið vaksandi eftirspurningur eftir bústøðum í høvuðsstaðnum. Og stóru verkætlanirnar, sum nú eru í umbúna og í gerð, fara av álvara at muna hjá teimum, sum sóknast eftir nýggjum bústaði.
Verða allar hesar størru verkætlanirnar taldar saman, er talan um trivaliga øking í bústaðarútboðnum í Havnini.
Verða verkætlanirnar á Fløtum, undir Kongavarða, við Villingardalsvegin og á Karlamagnusarbreyt taldar saman undir einum, sigur metingin, at 836 fólk aftrat fáa tak yvir høvdið í Tórshavnar kommunu.
• Á Fløtum – 300 fólk aftrat
• Karlamagnusarbreyt – 268 fólk aftrat
• Undir kongavarða – 178 fólk aftrat
• Villingardalsvegin – 90 fólk aftratsjøtul
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo