Hóskvøldið 27. septembur skipaði Alzheimerfelagið fyri einum Kafé-tiltaki í Sørvági. Høvuðsevnið var kunning um pilotverkætlanina: “Vágar, eitt demensvinarligt samfelag”.
Demensætlanin fyri Føroyar: “Demensvinarligt samfelag - Gloymsk, men ikki gloymd" var liðug í 2015, og er tað í tí sambandi, at Vágar eru valdar at standa fyri pilotverkætlanini, sum eftir ætlan skal vera liðug við árslok 2019.
Verkætlanarleiðsla er Marjun Restoff, leiðari á Demensklinikkini, Lis Hansen, landsdemenssamskipari, og Halldis Joensen, leiðari fyri Heimatænastuni í Vágum. Í Stýrisbólkinum eru Tórmóður Stórá, leiðari á psyk. depli, og Maria Skaalum Petersen, granskari. Eisini eru hoyringarbólkur og verkætlanartoymi úti á økjum/deildum.
Endamálið við verkætlanini er:
• at orða, skipa og samskipa eina demensætlan fyri Vágar, har tænastan skal taka støði í tørvi og treytum hjá tí demenssjúka og familjuni. Har tann sjúki er í miðdeplinum, og átøkini verða samskipað saman við tí sjúka og familjuni við støði í ráðgeving og undirvísing.
• at øll fólk í Vágunum hava vitan og innlit í, hvussu ein møtir menniskjum við demenssjúkum, og at vitanin førir við sær, at hesi menniskju verða møtt og fevnd (inkluderað) av samfelagnum.
Verkætlanin er sett upp í 10 mál (evni):
• undirvísing
• lívstestamenti
• kontaktpersónskipanin
• rehabilitering
• upplýsandi arbeiði um demens
• sjálvboðin
• tøkni
• starvsfólk
• persónsentrerað røkt
• demensdeild
Tær, ið løgdu løgdu demensætlanina fram hetta kvøldið, vóru Maria Skaalum Petersen granskari, Marjun Restorff, leiðari fyri Demensklinikkini, Halldis Joensen, leiðari fyri Heimatænastuni í Vágum, Lis Hansen demenssamskipari, og Majbrith Reynskorð, kommunalur demenssamskipari.
Tey demenssjúku og familjur teirra vita ofta ikki, hvagar tey skulu venda sær fyri at fáa hjálp og ráðgeving, og er tað ofta sera tilvildarligt, hvørja hjálp tey fáa.
Á demensklinikkini eru tey varug við, at vantandi stuðul ber í sær, at tann demenssjúki ofta verður óróligur (fjáltursstungin) og ørkymlaður. Eisini verða avvarðandi fyri strongd, og tískil rakar sjúkan alla familjuna.
Kanningin hjá Mariu Skaalum Petersen vísir, at fá av teimum, sum búgva á røktarheimum, eru útgreinað, hóast tað er rættiliga eyðsæð, at tey hava eina demenssjúku. Tað verður mett, at uml. 850 fólk í Føroyum hava eina demenssjúku, og av teimum búgva uml. 40 í Vágum. Mangt bendir á, at bólkurin av demenssjúklingum verður tvífaldaður um nøkur ár. Størsti parturin av demensumsorganini og viðkomandi tilboðum verður nú umsitin kommunalt. Tí mugu kommunurnar tillaga og fyrireika seg til hesa nýggju avbjóðingina og umfatandi uppgávu, bæði fíggarliga og fakliga.
Fyri at leggja eitt gott og virðligt lív til árini, tá ið ein gerst demenssjúkur, er umráðandi at verða sjúkugreinaður tíðliga, og at tað síðan er ein skipað undirvísing og ráðgeving til tann sjúka og familjuna um góðan kost og fyribyrgjandi tiltøk, eitt nú venjingar- og dagtilboð.
Verkætlanin skal skipa og samskipa demensøkið í Vágum soleiðis, at persónurin við demensi og avvarðandi hansara eru greið um, hvønn tey kunnu venda sær til viðvíkjandi hjálp og ráðgeving, og hvør hevur ábyrgd av at veita ta neyðugu hjálpina og at geva fólki og myndugleikum í Vágum vitan og innlit í viðurskifti, sum gera, at fólk við demensi áhaldandi kunnu vera ein partur av samfelagnum.
Alzheimerfelagið takkar Heimatænastuni í Vágum og teimum 76 fólkunum, sum møttu til framløguna í Sørvágs skúla hetta kvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo