Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nú Bjørg Róin og Ann Ellefsen hava virkað við Føroya Studentaskúla og HF-skeið og á Glasi í ávikavíst 40 og 30 ár var hetta hátíðarhildið í gjár. Starvsfelagarnir høvdu í felag skrivað hesa røðuna, sum Kinna Poulsen flutti fram.

Góðu Bjørg og Ann.

Hjartaliga til lukku. At júst hetta hátíðarhaldið skuldi vera 8. mars undrast vit, tykkara starvsfelagar, onga løtu í, tí tit báðar eru tvey rættilig konubrot. Nú tit hava ávikavíst 40 og 30 ára starvsdag, býðst høvið til at steðga á og spyrja hvussu henda tíðin er farin, og hvat hon er farin við í lærarastarvinum fyrst í Hoydølum, sum í nógv ár var arbeiðsplássið, og nú hetta skúlaárið á Glasi.

Ímyndin av tykkum báðum er hon,  at tit eru bókmentafrøðingar og nærmastu fakkollegar í dansktlærarabólkinum. Bókmentafrøðin hoyrir til hugmyndafrøðina og ikki kann sigast annað enn, at tit báðar, Ann og Bjørg, hava brent fyri hesi vísindagrein. Arbeiði tykkara hevur fyri hópin av næmingum latið dyrnar upp – inn í tann litterera heimin, tað veri seg tann føroyska ella tann danska. Vit vita, at danskt sum lærugrein hevur verið fyri stórum broytingum í tykkara tíð og tað hevur harmað nógv av okkum, at lærugreinin danskt hevur mist status sum obligatorisk lærugrein.

Eingin ivi er um, at júst fagurbókmentirnar eru eitt tað mest týðandi at miðla til næmingar. Hvat skuldu vit gjørt uttan H.C. Andersen, Inger Christensen, Tove Ditlevsen ella okkara Hans Andrias Djurhuus, William Heinesen, Guðrið Helmsdal ella Róa Patursson? Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hetta er ein hin mest týðandi lærugreinin á skúlanum, tí hon fremur empati og fantasi - tað er gjøgnum bókmentirnir, vit lesa um ymisk lív og fáa innlit í fjølbroyttar lívsroyndir bæði eydnusamar og sorgarbundnar – tað er í bókmentunum, gomlum sum nýggjum, vit læra sosial atlit og verða gjørd greið yvir, hvørjar trupulleikar menniskju stríðast við. Georg Brandes skrivaði um hetta í einum teksti í 1908: “Når vi læser sådan, at vi personligt tilegner os, så føler vi her det inderste punkt i begivenhedernes gang, i handlingernes oprindelse, karakterpunktet, viljespunktet, lidenskabspunktet, det archimediske punkt, hvorfra jorden bevæges – tildragelsernes og selve historiens nerve ligger blottet for vore øjne. Hvorfor skal vi altså læse? For at forøge vor indsigt, aflægge vore fordomme og blive i stedse højere grad personligheder..”. 

Tit báðar, Bjørg og Ann eru persónligheitir. At greina og tulka, at lesa nýggjastu bøkurnar, sum koma á marknaðin, at lesa klassikarar á donskum og føroyskum hevur verið tykkara starvsøki og tað, tit hava brent fyri at miðla, tí tit vita, hvønn lívsvísdóm hetta gevur. Tó skal leggjast aftrat, at tit hava havt líka stóran týdning fyri okkum tykkara starvsfelagar, bæði sosialt og tá vit hava vent okkum til tykkara við spurningum um bókmentir, stavimátar, grammatik o.s.fr. – frá tykkum hava vit altíð fingið góð ráð og vegleiðing.

Í tykkara tíð hava broytingarnar verið nógvar, men miðlakollveltingin, sum kom í 1990´unum man hava verið hin størsta og ógvisligasta broytingin. Loyvi mær í tí sambandinum at vísa til Søren Kirkegaard, sum av góðum grundum ikki kundi siga, hvat hann helt um Instagram ella Facebook. Men sum Cicilie Egholm Tonnesen skrivar í einum kronikki í Informatión, so forðar tað ikki Kierkegaard í at forútsíggja ávísar trupulleikar í komandi miðlum. Hann skrivar: “Sæt En opdagede et Instrument, et beqvemt lille Talerør, der dog var saa stærkt, at det kunde høres hele Landet over: mon saa ikke Politiet vilde forbyde det, af Frygt for, at hele Samfundet vilde blive vanvittigt forstyrret, hvis det brugtes.” – Jú, vit hava helst øll havt hug at ringt til løgregluna onkuntíð og fingið tey at taka órógvandi fartelefonir frá næmingunum ella um ikki annað so at sløkkja fyri Snapchat, Facebook, Twitter, Jodel og Instragram og hvat teir eita – allir hesir mongu sosialu pallarnir í virtuella heiminum. Tó kunnu vit ugga okkum við, at bókin sambært nýggjastu spádómunum fer at yvirliva í nógv ár aftrat, so tit verða ikki arbeiðsleysar í bræði.

Bjørg hevur gjøgnum eitt langt lív verið lestararvegleiðari, hevur undirvíst á Setrinum, hevur verið við í kanningum m.a. um hví næmingar gevast at ganga á miðnámi og hevur sum heild altíð verið upptikin av lestrarmøguleikunum hjá ungdóminum, eisini hevur hon verið lærararáðsforkvinna og álitisfólk. Ann hevur verið lærugreinaráðgevi í føroyskum, hevur eitt nú ritstjórnað og skrivað Sýni og Dýpi umframt lærugreinatilfar um William Heinesen og Martin Joensen, hon hevur verið partur av og forkvinna í nevndini, sum velur út føroyskar bókmentir til Norðurlendsku bókmentavirðislønina, nevndarlimir í YF o.s.fr.

Tit báðar, Ann og Bjørg, hava havt og hava framvegis álit, ávirkan og ábyrgd har tit eru. Við eini heilsan aftur til áðurnevnda Kierkegaard ber eisini til at siga um tykkum báðar, at tit eru estetikarar upp á hvør sín máta – og harvið meinast við, at tit báðar hava stóran tokka til bókmentir sum listagrein, hetta, at fáa eina listarliga uppliving av at lesa, man verða tann optimala heilavenjingin, nú modernaða námsfrøðin verður grundað á gransking av heilanum. 

Vit, sum her sita, tykkara starvsfelagar gjøgnum øll hesi ár, takka tykkum fyri gott samstarv og fyri tykkara stóra arbeiði – vit kunnu av sonnum verða samd um, at vit hava fingið stóra nyttu av tykkara ídna arbeiði við at menna tað týdningarmesta, vit eiga – Ungdómin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo