Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FT: Mánadagin 15. apríl fáa viðskiftafólk hjá Føroya Tele atgongd til 5G. Tá tendrar Føroya Tele alment fyri nýggju farnettøknini, sum viðskiftafólk hava glett seg til.

“5G er ein týðandi partur av grundarlagnum undir talgilda samfelagnum. Vit síggja, at alsamt fleiri tól og tænastur verða knýtt at internetinum, og tí gleða vit okkum at tendra alment fyri 5G mánadagin 15. apríl”, sigur Símun Skaalum, stjóri á FT Samskifti.

Arbeiðið hjá Føroya Tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson var liðugt um ársskiftið. Tá varð Nema eisini knýtt í sendistøðirnar hjá Føroya Tele. Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um javnbjóðis atgongd til sendistøðirnar, sum Føroya Tele eigur og rekur.

Veitararnir hava atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, men samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina, sum stýrir produktum og tænastum. Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo