58 ára gamli Lawrence Faucette úr USA hevur sum bert annar persónur nakrantíð fingið ísett eitt svínahjarta.
Sjálv skurðviðgerðin hendi mikudagin, og hann livir eftir umstøðunum væl, siga læknar og sjúkrasystrar sum eru um hann.
Talan er um eina sonevnda xenotransplantatión, tað vil siga, har gøgn frá djórum verða sett í menniskju.
Tað var á lærda háskúlanum University of Maryland í Baltibore at skurðviðgerðin var gjørd, og tað var eisini her, at tey gjørdu fyrstu skurðviðgerðina av hesum slagnum, tá ein 57 ára gamal maður fekk eitt svínahjarta. Tann maðurin doyði í fjør.
Sera langur bíðilisti er í USA eftir nýggjum gøgnum, og verri enn so øll skulu vænta sær at sleppa framat, áðrenn tað er ov seint. Tí verður nógv granskað í, hvussu gøgn av djórum kunnu brúkast í menniskjum eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo