VP hevur biðið um innlit í eftirlønir hjá løgtingslimum og tingformonnum/kvinnum, og nú hevur Løgtingsskrivstovan svarað viðvíkjandi løgtingslimum og løgtingsformonnum/kvinnum.
Her eru spurningar (skráskrift) og svar frá Løgtingsskrivstovuni:
Fyrrverandi løgtingslimir:
Hvussu nógvir fyrrverandi løgtingslimir fáa pensjón?
- Tað vóru 40 fyrrverandi løgtingsfólk, sum fingu eftirløn frá Løgtinginum í apríl 2023. Hendan verður antin goldin fyrrverandi løgtingsmanni ella eftirlivandi hjúnafelaga, sum hevur rætt til 74% av eftirlønini hjá tingmanninum.
Um eftirlivandi hjúnafelagar verða tiknir við, er samlaða talið 50 persónar í apríl.
Hvat er hægsta og lægsta gjald hesi fáa um mánaðin?
- Hægsta útgjaldið til fyrrverandi løgtingsfólk hendan mánaðin var 25.846,76 kr. og lægsta útgjaldið 1.929,44 kr.
Hvussu nógv er hetta tilsamans um mánaðin?
- Samlaða útgjaldið í apríl var 739.837,34 kr.
Fyrrverandi løgtingsformenn:
Hvussu nógvir tingformenn/løgtingsformenn fáa pensjón?
- Tað eru 3 fyrrverandi løgtingsformenn, sum fingu eftirløn frá Løgtinginum í apríl mánaði.
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo