Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Móðurmálið var á einum vegamóti í tíð Hammershaimbs. Føroyskt var munnliga gerandismálið, sum varð brúkt í heimligum umhvørvi, meðan danskt var málið í skúla, kirkju og almennum viðurskiftum, bæði í talu og á skrift. Við ongum føroyskum skriftmáli og donskum embætisverki vóru livilíkindini sera vánalig hjá lítla málinum í Føroyum. Tá V.U. Hammershaimb saman við øðrum málkønum evnaði føroyska skriftmálið til í 1846, vóru bert eini 7000 fólk í Føroyum.

Skriftmálið og tjóðskaparliga vekingin um aldarskiftið lívgaðu móðurmálið, so tað í staðin fyri at líða máldeyðan, blómaði og mentist til tað móðurmálið, vit eiga í dag.

Føroya mál á manna tungu
merkir: Her býr Føroya fólk.
Slektir fornu og tær ungu
eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedramál,
virdu tað av hug og sál,
gloymdu ikki ættarbandið;
byggja tí enn hetta landið.

Soleiðis yrkir Jóannes Patursson um málið og samleikan, ið ger okkum til menniskju og fólk.

Nú 200 ár seinni stendur tað føroyska málið á einum øðrum vegamótið. Í dag er umráðandi at vit seta onnur tiltøk í verk, so okkara talu- og skriftmál aftur kann yvirliva. Í dag er tað máltøknin, sum er so umráðandi. Tað er umráðandi at føroyskt fær betur fótafesti á máltøkniliga pallinum, annars er tí ikki lív lagað.

Samskiftið flytir seg alt meira og meira inn á teir pallarnar, og veruleikin er tann, at er móðurmálið ikki tøkt á pallinum, har málbrúkarin ferðast, so verður annað mál valt framum.

Vit hóma tó nakrar glottar. Føroyingar eru góðir við móðurmálið, og vit hava góð fólk, sum arbeiða fyri málinum. Tann talgilda orðabókin hjá Sprotanum er framúrskarandi og hevur, og hevur havt, alstóran týdning fyri móðurmálið. Vit eiga eisini góð tekst-til-talu forrit, sum eru ein avgerandi hjálp hjá lesi- og sjónveikum.

Tað sum er umráðandi nú er, talu-til-tekst forrit, týðingarforrit og føroyskt mál fylla meira á mongu fólkakæru undirhaldspallunum, sum eru á netinum.

Høgni Hoydal hevur í dag í Løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um miðvísar íløgur og átøk til at menna føroyska málið í 21. øld.

Yngru ættarliðini duga illa at í dag, at undir byrjanini av seinni heimsbardaga høvdu okkara ommur, abbar, langommur og langabbar ikki loyvi at hava føroyskt sum móðurmál í skúlanum. Ikki í kirkjuni. Ikki í umsiting. Fremstu bløð skrivaðu á donskum. Tosað varð danskt í tinginum í stóran mun. Allir vegir út í heimin til onnur mál og aðrar mentanir fóru gjøgnum annað mál, enn føroyskt. Vit áttu bara tvær skaldsøgur á føroyskum.

Hendan fatan er ikki so langt burtur kortini.. Stór mótstøða var á tingi ímóti at stovna føroyskt útvarp í 1950-unum og sjónvarp í 1980-unum. Tað var nógv lættari og betri at samsenda við Danmarks Radio, varð ført fram. Til 1994 vóru allar lógir á Løgtingi skrivaðar á bæði føroyskum og donskum. Og fram til 1996 skrivaði størsta blað í Føroyum enn sínar oddagreinir á donskum.

Men við einum ótrúligum seiggi og góðum treiskni eydnaðist tað tjóðskaparrørsluni og fólkinum at bjarga føroyska málinum og at menna og nútímansgera tað.

Í dag taka vit føroyska málið í stóran mun fyri givið. Føroyska málið er í dag er okkara heimur, okkara samleiki og okkara samskiftisamboð í øllum týdningarmestu viðurskiftunum í lívinum og samfelagnum.

Í dag er ber til at lesa løgfrøði á føroyskum. Ein løgfrøðiútbúgving sum er javnmett við danska løgfrøðiútbúgving. Nakað sum var óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani.

Í dag er stundin komin, at uppskotið til samtyktar hjá Høgna Hoydal verður einmælt samtykt á Føroya Løgtingið av øllum flokkum á tingi, so okkara kæra føroyska móðurmál eigur sín náturliga sess á øllum rókum.

Vil ynskja øllum ein góðan móðurmálsdag.

Við framburðskvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo