Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

240 føroyskir sethúsaeigarar niðurgjalda ikki sína skuld (tilvildarlig mynd).

Talið á teimum sum ikki niðurgjalda skuldin hevur tó verið minkandi seinstu árini (mynd: Landsbankin).

240 føroyskir sethúsaeigarar niðurgjalda ikki sína skuld (tilvildarlig mynd).

Talið á teimum sum ikki niðurgjalda skuldin hevur tó verið minkandi seinstu árini (mynd: Landsbankin).

Tað er gamalt í Føroyum at vilja seta føtur undir egið borð. Í tí liggur eisini, at tað altíð hevur verið hildið vera ein dygd at svara hvørjum sítt. Men við realkreditlánunum, sum av álvara komu til Føroya í 2005, bleiv tað tó lættari at keypa eini hús og bara gjalda rentur og ongi avdrøg í til dømis 10 ár.

- Tað er ongin trupulleiki í tí, so leingi sum fríviriðið er í húsunum, ella við øðrum orðum so leingi sum húsaprísirnir ikki falla, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur í Landsbankanum við VP.

Hann hevur talt saman, at í Føroyum í dag eru á leið 240 húsarhald sum ikki gjalda avdrøg av sínum lánum.

Samlaðu føroysku lánini til húsarhald eru 9,4 milliardir krónur. Harav eru 7 milliardir krónur bankalán og 2,4 milliardir krónur realkreditlán. Bankaskuld verður altíð afturgoldin leypandi við onkrum møguligum gjaldskáða sum verður avtalaður við bankan. Realkreditlánini lótu hinvegin upp fyri møguleikanum at hava lang tíðarskeið við ongari niðurgjalding av skuldini. Og tøl hjá Landsbankanum vísa, at fjórðingurin av allari realkreditskuldini, umleið 600 milliónir krónur, eru avdráttarfrí.

- Siga vit, at miðalskuldin er 2,5 mió kr, so svarar hetta til umleið 240 húsarhald, sigur Kári Petersen.

Hann vil tó ikki meta um og siga, um hann heldur føroysk húsarhald, sum ikki niðurgjalda skuld, eiga at umhugsa støðuna av nýggjum.

Hann vísir til seinastu frágreiðingina frá Landsbankanum sum sigur, at í veruleikanum hevur talið á teimum, sum ikki gjalda avdráttir, og harvið minka um skuldina ímeðan rentan er lág, verið fallandi farnu árini.

Men føroysku peningastovnarnir halda, at tíðin nú er búgvin hjá føroysku húsarhaldunum at binda rentuna og niðurgjalda skuldina. Suðuroyar Sparikassi hevur í dag boðað frá, at hann í næstum fer undir at veita realkreditfígging. Og stjórin í BankNordik boðaði í gjár frá, at ein møgulig rentuhækking kann raka nógvar føroyingar meint.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo