Skúlablaðið: Talið á ukrainskum flóttafólkum, sum eru komin til Føroya, er nú komið upp á 135. Av teimum 135 eru 19 teirra børn í fólkaskúlaaldri; 11 ganga í Eysturskúlanum í Havn, tvey í Skúlanum á Fløtum, tvey í Skúlanum við Løgmannabreyt, trý í Tvøroyar skúla og eitt í Sandoyar Meginskúla, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo