Heili 19 politifólk misbrúktu sín møguleika at lesa tað sum stóð í telduskipanini hjá politinum, tá táverandi landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, varð tikin fyri at koyra við kenning í Vági í februar 2022.
Tað vísir innlit og gjøgnumgongd av málinum, sum Dimmalætting hevur gjørt.
Trúnaðarupplýsingarnar endaðu ólógliga hjá Miðlahúsinum, og fýra dagar eftir at hendingin fór fram kundi in.fo avdúka bæði navn, klokkutíð og promillu hjá landsstýrismanninum. Nakað, sum annars er púra óvanligt, tí politiið hevur tagnarskyldu og upplýsir ikki navn á teimum, sum verða tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Áðrenn tað, hevði Jørgen Niclasen annars longu á vp.fo boða frá tí sum var hent, og at hann fór at leggja frá sær sum landsstýrismaður av somu orsøk.
Málið endaði hjá DUP - Den Uafhængige Politianklagemyndighed - sum síðani hevur staðfest, hvørji starvsfólk hjá politinum brúktu sín møguleika at sneyta ólógliga í málinum. Talan er um heili 19 starvsfólk, sum annars onki høvdu við málið at gera. Onkur teirra hevði verið inni í skipanini og sneyta fleiri ferðir. Men málið fær ongar starvsrættarliga avleiðing fyri nakran.
Dimmalætting skrivar, at tvey starvsfólk í Miðlahúsinum hava verið til avhoyringar hjá DUP. Ein journalistur og blaðstjórin, Eirikur Lindenskov.
Statsadvokaturin og DUP gjørdu tó av, ikki at fara víðari við málinum, tí starvsfólkini í Miðlahúsinum ikki vildu avdúka kelduna, og annars søgdu, at tað var ikki starvsfólk innan politiið sum hevði smettað um navn og promillu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo