1.mai-hald verður á Reyða Torginum í Vestmanna, týsdagin 1. mai kl. 16.00.
Røðarar verða tey trý:
- Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum,
- Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður, og
- Aksel V. Johannesen, løgmaður
Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður í Vestmanna Arbeiðarafelag
Hetta er fimta árið, at skipað verður fyri 1. mai-haldi í Vestmanna, og eins og til sera væleydnaða tiltakið í fjør, eru tað aftur hesaferð Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg. saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.
Eisini í ár verður tað við góðum tónleikaligum stuðli frá Vestmanna Hornorkestri undir leiðslu av Atla Petersen og tøkniligum stuðli frá ungdómshúsinum Staðnum við leiðaranum Paula Magnussen.
Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag drekkamunn og kakubita í felagshølunum beint við Torgið.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Vestmanna Arbeiðarafelag
Norðstreymoyar Javnaðarfelag
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo