Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Føroyski fólkatingslimurin tók sítt ukrainska flagg við til móttøkuna við eini vón um, at Zelenskyj vildi skriva eina serliga heilsan á flaggið.
Flaggið fekk Sjúrður í 2024 frá føroyska hermanninum Bjørn Kallsoy, sum í fleiri ár hevur verið á hermótinum í Ukraina.
– Bjørn gav mær eitt flagg, har fleiri teirra, sum bardust saman við honum, høvdu sett sítt navn á. Flaggið hevur havt heiðurspláss á skrivstovuni síðani, greiðir Sjúrður Skaale frá.
Tað bar so á, at føroyski fólkatingsmaðurin kom at standa beint undir liðini á ukrainska forsetanum.
– Eg segði, at tað vildi verið ein heiður, um hann hevði sett sítt navn á flaggið sum eina serliga heilsan til føroyingarnar í Ukraina - og í øðrum lagi til teir altjóða soldatar, teir berjast saman við.
”Sjálvandi”, segði hann. ”Tað er mín heiður!” fortelur Sjúrður Skaale.
Og so skrivaði hann: “Thanks for your support, Zelensky” - við greiðari tilsiping til “Viking”, sum stendur beint uppi yvir. Viking er kallinavnið hjá Bjørn Kallsoy á hermótinum.
– Eg sendi straks heilsanina til Bjørn. Hann var júst komin aftur á hermótið, men takkaði fyri.
Tá Bjørn Kallsoy kemur aftur til Føroya, ætlar Sjúrður at lata honum flaggið aftur.
– Við nýggju heilsanini hevur tað fingið eitt heilt annað og søguligt virði. Og tann heilsanin er til Bjørn. Ikki til mín, sigur fólkatingsmaðurin.
Umframt hetta tosaðu Volodymyr Zelenskyj og Sjúrður Skaale um ymiskt annað.
– Eg tosaði um tann privata stuðulin úr Europa til Ukraina, bæði við pengum, útgerð og hermonnum. Nevndi í tí sambandi m.a. tiltakið sum Heini Zachariasen og Bjarti Grunveit Olsen stóðu fyri, sum m.a. snúði seg um at keypa bilar til ukrainska herin.
– Zelinsky er Churchill í okkara tíð, so tað var í sær sjálvum ein stjørnustund, sigur Sjúrður Skaale.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



