- Í Noregi hevur oftast verið ein greiður skilnaður millum bønhús og pubb. Men í áttati og nítiárunum hava sangarar sum Sigvart Dagsland og Bjørn Eidsvåg verið greið og góð dømi um, at til bar, at blíva kendur langt út um kirkjuna.
Og so er tað jú eisini soleiðis, at sálmarnir aldri hava verið óloysiliga knýttir til kirkjurúm og meinigheitshús í sjálvum sær.
Í Noregi hava bønhús, meinigheitshús og fundarhøli verið støð, har fólk møttust at syngja, tosa, eta, syrgja og gleðast. Støð, har menniskjan søkir felagsskap, troyst og gleði sigur Thor-Erik Fjellvang í samrøðu um norska bólkin og konseptið Salmer på Pøbb, sum kemur til Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



