BirkBloggur: Leingi, ja í áratíggju, havi eg verið sannførdur um, at samkomur eiga ella í minsta lagi hava fostrað teir tónleikarar og sangarar, eg seti rættuliga frammarlaga í einum landslagi av ljóði, ið norski Alf Emil Eik fyrst í fýrsunum navngav og pakkaði inn í ein jólapakka og kallaði lydarkitektur og seg sjálvan ljóðarkitekt, sum málaði hann eitt rúm og landslag úr ljóði. At ljóðið verður fjórði veggurin, vendur móti okkum av siðbundna sjónleikarapallinum.
Í tekstinum á nýggju LP plátuni Onkustaðni er ein viðarlund (Tutl 2026) ger Benjamin Rajani greitt, at hann er kristin. Tað er annan vegin eitt bæði klárt og sterkt sólartekin at parafrasera fremsta sangskaldið í fríkirkjum á okkara leiðum, Linu Sandell, við orðunum Bert ein dag, og eitt bil, í senn, Harri mín í sanginum "Eitt tekin um lív", og hinvegin er tað ein avmarking, sum at prædika til kórið, tá sagt verður Eg elski mín Gud í sanginum "Eg vil nógv meir".
Les meira her: Gud gev mær tín frið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



