Her er flotta og fjølbroytta tyssið av solistum, sum fara at framføra á Jól við Løkin konsertunum í ár. Døgg Nónsgjógv, Bjarki V. Trondesen, Guðrun Sólja, Eyðun Nolsøe, Sølva Skov, Bárður á Lakjuni.
Aftur í ár er tað lokali tónleikarin og framleiðarin Hans Poulsen, sum er kapellmeistari, og saman við honum fara Áron Poulsen, Eyðun Johannessen, Jósva Debes og James Goodwin at leggja rútmisku grundina undir tónleikin. Afturat teimum verða fýra blásarar og tríggir kórsangarar.
Lagt verður upp til eina hugnaliga og forvitnisliga konsert við fólkakærum klassikarum og nýggjari jólasangum. Vit spíla okkum út á ljós- og ljóðpartinum, og Løkshøll verður skrýdd við stásiligum jólapynti.
Í steðginum bjóða vit kaffi, te og rísalamang.
Vit eru spent og gleða okkum at síggja tykkum leygardagin 21. november kl. 16.00 og sunnudagin 22. november kl. 16.00 og 20.00.
Byrja jólahátíðina við einari góðari jólakonsert.
Kunning og atgongumerki á loksholl.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



