Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen
Bøkur

Í sjaldsama vøkru bókini FØROYSKAR SAGNIR, ið Heiðrikur á Heygum hevur myndprýtt og lagt til rættis, sigur hann m.a., at ynskið við bókini er, at hon verður latin komandi ættarliðum sum ein áminning um uppruna okkara, at hann vónar, at endursagnirnar og myndirnar av huldufólki og gandakellingum, ið prýða bókina, eisini kveikja lesarans huga og bera hann inn í eina farna tíð, tá ið hesar sagnir vóru eins og ramasti veruleiki.

Vónin er eisini, at gomlu røddirnar hjá bóndafólkunum, gandakellingunum, huldufólkunum, hetjunum og mótstøðufólkunum við hesi bók fáa nýtt lív og verða bornar víðari, so tær ikki hvørva í gloymskuni. Eitt minni um tey, ið vóru undan okkum, og um landið, sum tey myndaðu og løgdu lunnar undir. At tey ikki bert eru leivdir úr eini farnari tíð, men livandi partar av samleika okkara.

Hetta er Heiðriks egna endursøgn. Hon byggir á aldagomlu siðvenjuna, sum í hesi útgávu verður søgd við hansara rødd og myndum. Ávísar tillagingar eru gjørdar, so málið kennist minni fornt.

Í øldir livdi føroyska hugflogið einans í orðum. Ikki fyrr enn miðskeiðis í 20. øld vórðu einstakar føroyskar sagnir klæddar í myndaham.

Myndirnar í savninum eru ein roynd at fanga ein part av føroysku sálini, og miðað verður ímóti at tekna klæðini og støðini søguliga rætt, men tó altíð við einum gandakendum brá.

Myndirnar eru sprotnar úr siðsøguligari mentan, landslagi og søgu okkara umframt úr myndamálinum hjá Williami Heinesen og Elinborg Lützen. Serliga tey prýðiligu mynstrini, sum ímynda huldufólk, eru teknað við beinleiðis brá av myndlistini hjá Williami. Á henda hátt verður pápin at føroyskum huldufólkum og trøllum fagnaður.

Á Orð & tónum hóskvøldið 12. novembur í Reinsarínum verður høvið at síggja myndatulkingarnar hjá Heiðrikki á Heygum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #