Norski stuðulsstovnurin Enova hevur játtað 420 milliónir norskar krónur til 12 elrikin skip og tvey løðistøðsanlegg.
Størsta einstaka játtanin, 236 milliónir krónur, fer til Hagland Shipping, sum skal umbyggja fýra farmaskip til fulla eldrift.
Skipini skulu sigla fram við norsku strondini og millum Noreg og onnur lond í Norðurevropa.
Tað serliga við verkætlanini er, at skipini skulu kunna skifta battarí í havnini heldur enn at liggja og bíða eftir løðing. Hvørt skip fær battarí við einari orkuorku á 40 MWh.
Enova upplýsir, at Noreg nú hevur 561 skip, sum heilt ella lutvíst verða rikin við battaríum. Í 2015 var bert eitt.
Verkætlanirnar skulu eftir ætlan minka útlátið við umleið 21.300 tonsum av CO₂ um árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



