Sjálv handanin verður í Norðurlandahúsinum 3. mei fyri innbodnum matstovum, kokkum og miðlum. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands fegnast um, at tað hevur eydnast at bjóða Føroyar og Havnina fram sum vertsbý fyri Michelin Nordic 2027. ”Tað er ein stórur heiður og ábyrgd at sleppa at vera vertur fyri Michelin tiltakinum’ sigur Guðrið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands og leggur afturat at ”hetta er eitt sera gott høvi at gera vart við okkara fantastisku rávørur frá sjógvi og landi, okkara dugnaligu kokkar eins og Føroyar sum matferðamál”.
Málið er at gera hetta til tað mest sermerkta Michelin átakið nakrantíð. Í samstarvi við Atlantic Airways fara tvey eyka flogfør úr Keypmannahavn við teimum kokkum og miðlum, sum verða boðin við til tiltakið. Ætlanin er at borðreiða við mati úr føroyskum rávørum, soleiðis at upplivingin av Føroyum byrjar longu við fráferð úr Keypmannahavn og í luftini á veg til Føroyar.
Michelin stendur fyri tiltakinum og bjóðar eini 500 útlendskum gestum til Føroyar.
Uppgávan hjá fyrirskiparunum í Føroyum verður at geva teimum eina føroyska uppliving frá flogferðini, til handanina í Norðurlandahúsinum og til onnur tiltøk, sum verða fyriskipaði teir dagarnar, gestirnir eru her.
Faktaboks: Michelin Guide
- 1900: Michelin-handbókin varð fyrstu ferð útgivin í Fraklandi av dekkfyritøkuni Michelin.
- 1926: Michelin fór at lata matstovum stjørnur. Matstovur kunnu fáa eina, tvær ella tríggjar stjørnur.
- 2017: KOKS fekk sum fyrsta føroyska matstovan eina Michelin-stjørnu.
- 2019: KOKS fekk sína aðru stjørnu. Høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska fekk eisini heiðurin Young Chef Award.
- 2025: PAZ í Havn fekk tvær Michelin-stjørnur, bert tveir mánaðir eftir at matstovan lat upp.
- 2026: PAZ varðveitti báðar stjørnurnar.
- Aðrar matstovur: Ræst og ROKS í Havn eru eisini við í Michelin-handbókini, tó uttan stjørnur.
Visit Faroe Islands takkar stuðlunum, sum hava gjørt tað gjørligt at bjóða Føroyar fram sum vert fyri Michelin átakinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



