Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Bøkur

INNSENT: Í 2023 kom dystopiska skaldsøgan Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal. Hon gongur fyri seg í 2036, tá Føroyar eru vorðnar eitt korrupt eftirlitsamfelag, har stjórnin likist nógv meira einaveldi enn demokrati. 

Fólk livað kúga av eini harðari Stigaskipan undir ævigum eftiliti av “Einglunum”, dronunum sum alsamt flúgva gjøgnum gøturnar og skráseta alt og øll. Fýra kvinnur í ymsum aldri eru við til at seta ferð á eina kollvelting, sum leingi hevur ligið og prutlað undir kúgaða fólkinum. 

Dreymsótt endar við miseydnaðu kollveltingini og alt tykist vera farið fyri skeytið.   

Nú kemur Marra – hin helvtin av søguni. Bókin er eitt beinleiðis framhald, og vit byrja við miseydnaðu kollveltingina og fylgja teimum fimm høvuðspersónunum, meðan tey hvør í sínum lag royna at sleppa sær burtur úr ræðuleikunum. 

Hvat gert tú, tá einasti møguleikin at bjarga tínum egnu og tínum landi er at rýma av landinum? Og hvussu rýmir tú, tá Stjórnin hevur eftirlit við øllum farum? Og ber til at rýma úr einum fongsli, sum er inni í einum fjalli, og sum almeningurin ikki veit er til?   

Marra kemur út á Orð & tónum, í kvøld 12. novembur, kl. 20 í Reinsarínum. 

Tá fer Rakul í Gerðinum at hava samrøðu við rithøvundin. 

Sprotin gevur bókina út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #