Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen
Onnur tíðindi

Læknafelag Føroya hevði aðalfund 7. novembur á Hotel Hafnia. Á skránni var val av forfólki, tí fráfarandi formaðurin, Ragnar Djurhuus Hammer, fór frá. Maria Winther Dalsgaard frá Yngri Læknar Føroyar stillaði upp til forkvinnu og varð vald. Til aðalfundin var eisini hátíðarhildið, at Læknafelag Føroya fyllir 120 ár í ár.

Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, sum eru Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya. Hesi trý feløgini skiftast um at skjóta upp forkvinnu ella formann.

Í nevndini fyri Læknafelag Føroya sita tvey av forfólkunum frá hvørjari súlu umframt forkvinnan.

Nýggja nevndin í Læknafelag Føroya er mannað soleiðis:

Maria Winther Dalsgaard, forkvinna (frá Yngri Læknar Føroyar)

Rói á Kósini, næstformaður (frá Kommunulæknafelag Føroya)

Katrin Dahl Hanusson, kassameistari (frá Yngri Læknar Føroyar)

Valborg Heinesen, nevndarlimur (frá Serlæknafelag Føroya)

Marita Reginsdóttir av Steinum, nevndarlimur (frá Serlæknafelag Føroya)

Eyðbjørg Klemmentsen Gaard, nevndarlimur (frá Yngri Læknar Føroyar)

Turið Holm Johannesen, nevndarlimur (frá Kommunulæknafelag Føroya)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #