Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen
Innlendis ítróttur

F.S.F.: Eftir eitt framúr kappingarár hevur Petur Knudsen enn einaferð fingið viðurkenning fyri avrikini á vøllinum. Mánakvøldið, undan landsliðsvenjingini á Tórsvølli, varð hann kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum fyri septembur og oktobur.

Petur varð eisini valdur besti spælari í august. Harumframt skoraði hann í avgerandi FM-dystinum í næstsíðsta umfari, tá NSÍ tryggjaði sær meistaraheitið, og endaði samstundis kappingarárið sum toppskorari í landskappingini.

– Hetta hevur verið eitt framúr gott kappingarár, og at enda upp á hendan mátan er fantastiskt, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var pápin, landsliðslegendan Jens Martin Knudsen, sum handaði Peturi heiðurin saman við gávubrævi frá Bygma Balslev og einari heiðursplátu frá Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt Petur Knudsen vóru eisini liðfelagarnir Daniel Obbekjær og Viljormur Davidsen tilnevndir til heiðurin sum besti spælari í septembur og oktobur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #