Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Tá ið viðurkendi tónleikavinnu- og showcase-festivalurin Folkelarm verður hildin í Oslo 19. til 22. november, verða Føroyar umboðaðar á festivalskránni fyri fyrstu ferð nakrantíð. Føroyska kvinnukvartettin Kalas skal bæði spæla til fólkadans og hava eina intima akustiska konsert í einum samiskum tjaldi, nevnt Lavvo, meðan Faroe Music Export (FMX) bjóðar til sítt egna netverksstiltak fyri altjóða tónleikavinnuna.

Folkelarm er týdningarmesti festivalurin í Noregi fyri fólkatónleik og fólkadans og savnar hvørt ár tónlistafólk, festivalfyriskiparar, aðrar fyriskiparar og fólk úr tónleikavinnuni úr øllum Noregi og úr útlondum eisini. Festivalurin verður hildin á Riksscenen í Oslo og sameinir showcase-konsertir, dansitiltøk og eina umfatandi tónleikavinnuskrá við serligum denti á at skapa nýggjar møguleikar fyri tónlistafólk bæði úr Noregi og úr øðrum londum.

Í ár verður eisini føroysk luttøka á skránni, tá ið Kalas fer til norska høvuðsstaðin. Kvartettin skal presentera føroyskan siðbundnan tónleik við tveimum ymiskum framførslum. Náttina til leygardagin 21. november spælir Kalas til dans á Intimscenen, meðan tær leygarkvøldið bjóða til eina meira intima og akustiska konsert í samiska tjaldinum Lavvo á festivalinum.

Fyri Faroe Music Export er luttøkan ein møguleiki at gera føroyskan fólkatónleik sjónligari fyri einum serkønum áhoyraraskara úr altjóða tónleikavinnuni, samstundis sum lagt verður upp til at skapa nýggj sambond og samstørv tvørtur um landamørk.

“Seinastu árini hava vit luttikið alt meira og hava fingið alt tættari samstarv við showcase-festivalar, ið miðsavna seg um serligar tónleikasjangrur – so sum Jazzahead! og Classical. Hetta hevur havt nógv góð úrslit við sær fyri føroyska tónleikavinnu. Folkelarm passar sum fótur í hosu til framhaldandi arbeiðið við hesum og gevur okkum ein góðan møguleika at gera føroyskan tónleik sjónligari – í hesum føri føroyskan fólkatónleik. Tíðarskeiðið kundi neyvan verið betri, nú vit hava ein ungan tónleikabólk sum Kalas, ið er á veg fram við sjeymílafetum,” sigur Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export.

FMX bjóðar til føroyskt ‘happy hour’ tiltak
Í samstarvi við Folkelarm skipar Faroe Music Export eisini fyri egnum ‘happy hour’ tiltaki fríggjadagin 20. november kl. 14.40–15.40. Her verða umboð fyri festivalin og onnur tónleikavinnufólk boðin við til ein óformellan fund við denti á tónleik, netverkan og at skapa nýggjar samstarvsmøguleikar.

Tiltakið er ein partur av arbeiðnum hjá FMX at gera altjóða tónleikaheimin varugan við føroyskan tónleik og soleiðis skapa nýggjar útflutningsmøguleikar fyri føroysk tónlistafólk.

Her ber til at uppliva Kalas og FMX, meðan Folkelarm fer fram:

Fríggjadagin 20. November:
Kl. 14.40–15.40: Faroe Music Export og Folkelarm bjóða til ‘happy hour’.

Náttina til leygardagin 21. November:
Kl. 00.00–00.30: Kalas spælir til dans á Intimscenen.

Leygardagin 21. November:
Kl. 21.10–21.40: Kalas hevur akustiska konsert í Lavvo, samiska tjaldinum.

Meira kunning um festivalin fæst á www.folkelarm.no.

Um Kalas
Kalas er ein føroysk kvartett ‘kvinnað’ við fýra barndómsvinkonum, sum sameina klassiskan tónleik við siðbundnan føroyskan og norðurlendskan fólkatónleik.

Í kvartettini eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarphéðinsdóttir Joensen (harmonika), Bjørt Holm (cello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass).

Í februar 2025 góvu tær sína fyrstu EP út, nevnd Minnisgripir, við fimm instrumentalum løgum á íblást av føroyskari náttúru, mentan og fólkatónleikasiðvenju. Útgávan førdi til, at bólkurin fekk tvær tilnevningar á Faroese Music Awards 2026, í bólkunum Ársins Spíri og Ársins Serútgáva.

Bólkurin Kalas er kendur fyri sína orkumiklu spæligleði og fyri at spæla hjartaligan og lættan fólkatónleik í klassiskari útseting.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #